Cliff Richard-skuldsetingar handaðar ákæruvaldinum

Cliff Richard-skuldsetingar handaðar ákæruvaldinum
Bretska ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um ákæra skal reisast móti sangaranum Cliff Richard um kynsligan ágang móti einum drongi í áttatiárunum
 
10.05.2016 - 18:24

Sambært Sky News váttar eitt talsfólk fyri bretska ákæruvaldið, at øll prógvini, sum løgreglan í South Yorkshire hevur savnað saman í málinum, nú eru handað ákæruvaldinum.

- Vit fara nú at gjøgnumganga alt tilfarið væl og virðiliga í eini roynd at fáa greiði á, um haldgóð prógv finnast fyri at taka málið upp til dóms, sigur talsmaðurin fyri bretska ákæruvaldið.

Ein talskvinna fyri løgregluna í South Yorkshire váttaði somuleiðis fyri bretskum miðlum, at prógvini í sambandi við skuldsetingar móti einum 75 ára gomlum manni um eitt eldri mál um kynsligan ágang nú er handað ákæruvaldinum.  

Íspunnið

75 ára gamli Cliff Richard, sum kemur til Føroya í summar at syngja á ársins Summarfestivali, varð avhoyrdur í bæði 2014 og 2015.

Tað var í sambandi við skuldsetingar um kynsligan ágang móti einum drongi undir 16 ár, umframt at hús hansara varð rannsakað. 

Umboðsmaðurin hjá Cliff Richard segði tá, at skuldsetingarnar vóru íspunnar, og at Cliff Richard fór framhaldandi at samstarva við løgregluna um málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558