Oljufeløgini rigga av í Grønlandi

Oljufeløgini rigga av í Grønlandi
Kreppan í oljuvinnuni fær nú flestu feløg, sum hava víst áhuga fyri oljuleiting í Grønlandi, at steðga á
Oljufeløgini, sum hava leitað eftir olju í Grønlandi, rigga nú av. Bara eitt felag heldur fram við leitingini
 
19.05.2016 - 17:44

Serliga hevur eitt øki í Vesturgrønlandi verið áhugavert, og feløg sum Shell, Conoco-Phillips, Maersk Oil og Hysky Oil hava øll ligið framvið. Men nú er líkt til, at øll feløgini fara at lata síni leitiloyvi innaftur.

- Vit mugu bara staðfesta, at feløgini eru á veg avstað aftur, sigur Jørgen T. Hammeken-Holm, aðalstjóri í grønlendska ráðevnismálaráðnum, við blaðið Sermitsiaq.

Eitt oljufelag heldur fram

Einasta undantak er felagið Cairn Energy, ið framvegis sigur seg vilja vera verandi í Grønlandi eftir at leitiloyvið gongur út á nýggjárinum.

Oljuleitingin í Grønlandi er harvið komin í somu støðu sum oljuleitingin í størsta partinum av Arktis. Í Alaska eru 80 prosent av øllum leitiloyvum latin innaftur, síðani kreppan rakti oljuvinnuna.

Í Grønlandi seta tey nú sínar vónir til eitt øki í landnyrðings-partinum av landinum, har vónirnar um at finna olju eru góðar. Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í hesum øki, vísa framvegis áhuga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450