Mótstøðuførar bakteriur hótta

Mótstøðuførar bakteriur hótta
Vandi fyri at í 2050 fara 10 milliónir fólk at doyggja av mótstøðuførum bakterium um árið
 
21.05.2016 - 10:49

Ein nýggj frágreiðing slær fast, at í 2050 fara 10 milliónir fólk at doyggja av mótstøðuførum bakterium. Tí verður mælt til, at fleiri milliardir dollarar verða játtaðar til læknavísindina, um læknavísindin ikki skal enda í miðøldini, skrivar BBC.

 

- Neyðugt er at endurskoða háttin sum antibiotika verður nýtt uppá, og fólk mugu lærast at handfara heilivágin, leggja granskarar dent á.

 

- Gera vit ikki tað sum er neyðugt fyri at broyta gongdina, so koma vit ikki úr stað, sigur Jim O´Neill, lordur, sum hevur staðið á odda fyri kanningini.

 

Hann sigur seg bera ótta fyri, at 390.000 fólk í Europa fara at doyggja av mótstøðuførum bakterium í 2050.

 

Mótstøðuførar bakteriur eru seinastu árini vorðin størsta avbjóðingin hjá heilsuverkunum í okkara tíð.

 

Sum støðan er, doyggja 25.000 fólk í Europa um árið av bakterium sum eru mótstøðuførar ímóti antibiotika.

 

Heldur gongdin fram, so fara 350.000 fólk í Europa at doyggja av somu orsøk í 2050. Ringast verður støðan í Asia og Afrika, har ávikavist góðar 4 milliónir og slakar 5 milliónir fólk fara at doyggja av mótstøðuførum bakterium í 2050, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713