Fleiri flóttafólk til Íslands

Fleiri flóttafólk til Íslands
Seinni í ár koma 40 flóttafólk úr Sýria afturat til Íslands, samtykti íslendska stjórnin týsdagin
Íslendingar taka seinni í ár 40 flóttafólk afturat úr Sýria, samtykti stjórnin í landinum í gjár
 
25.05.2016 - 08:26

Fólkini koma úr flóttafólkalegum í Libanon. Flóttafólkini verða býtt millum tríggjar kommunur, sum kunnu bjóða teimum arbeiði, innivist og almannatænastur.

Harafturat er Reyði krossur virkin í teimum trimum kommununum. Reykjavík tekur helvtina av teimum 40 flóttafólkunum.

Ætlanin at fáa tey 40 flóttafólkini til Íslands fer at kosta íslendska statskassanum okkurt um tíggju milliónir krónur. Kommunurnar hava sjálvar boðið sær til at taka flóttafólkini.

Vóna at uppaftur fleiri flóttafólk koma

Sambært íslendska kringvarpinum fegnast borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, um, at kommunan fær flóttafólk, og hann gleðir seg til, at tey koma.

Hann sigur, at so skjótt, tey frættu um ætlanina hjá stjórnini at bjóða fleiri flóttafólkum til Íslands, gjørdi Reykjavíkar kommuna vart við, at flóttafólk eru vælkomin hagar.

Borgarstjórin vónar, at uppaftur fleiri flóttafólk koma seinni. Higartil í ár eru longu komin 48 flóttafólk til Íslands úr legunum hjá ST í Libanon.

Ikki greitt hvørji tey eru

Eygló Harðardóttir, almannamálaráðharri, sigur við RÚV, at væl gongst at fáa flóttafólkini inn í íslendska samfelagið, flóttafólkini eru vælkomin til Íslands, og stórvegis trupulleikar eru ikki.

Enn er ikki greitt, hvørji tey 40 flóttafólkini, sum koma til Íslands seinni á ár, eru, ella til dømis, hvussu nógv børn eru teirra millum.

Íslendski flóttafólkapolitikkurin er soleiðis, at Ísland velur tey fólk, sum landið vil hava og heldur seg hava brúk fyri, tað er fólk við ávísum útbúgvingum og førleikum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956