Økja hernaðarliga stuðulin til Ukraina

Økja hernaðarliga stuðulin til Ukraina
Umboð fyri Norðurlond og baltisku londini hava fund við við ukrainska forsetan í Keypmannahavn í dag
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, høvdu tíðindafund uttan fyri Marienborg.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.09.2025 - 14:39

Um tvey-tíðina hildu danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, tíðindafund á Marienborg.

Fyrrapartin var fundur við ríkis- og stjórnarleiðarar í hinum Norðurlondunum og baltisku londunum.

Finnland, Litava, Svøríki, Lettland, Estland og Ísland vóru umboðað.

Londini hava í felags fráboðan sagt, at endamálið við fundinum var at vísa stuðul til Ukraina.

 

Frá fundinum, sum Zelenskyj hevði við ríkis- og stjórnarleiðarar í Norðurlondum og baltisku londunum í Keypmannahavn í dag. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Putin vil ikki frið

- Putin vil ikki hava frið. Tað hava síðstu vikurnar víst, og tað hava vit sæð fleiri ferðir áður, skriva tey.

Londini siga eisini, at tey vilja økja hernaðarliga stuðulin til Ukraina, og mæla til fleiri revsitiltøk móti Russlandi. 

Danski forsætisráðharrin byrjaði tíðindafundin við at venda sær beinleiðis til Zelenskyj:

- Í dag ert tú millum vinir í einum landi, sum veit, hvat er í váða. Tit stríðast hvønn dag, og tað eru tit, sum verja Evropa fyri russiska áganginum, segði Mette Frederiksen.

 

Kroystast við revsitiltøkum

Zelenskyj vísti á týdningin at styrkja ukrainsku verjuna, bæði nú og í framtíðini.

- Russland skal kroystast við revsitiktøkum og tolli, segði hann:

- Hetta talar fyri seg sjálvt. Revsitiltøk rigga, og vit mugu halda fram at kroysta Russland við revsitiltøkum og tolli, segði Zelenskyj millum annað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483