Sissal Jóhanna verður við í síðsta umfarinum av Vild med dans

Sissal Jóhanna verður við í síðsta umfarinum av Vild med dans
"Nú kann eg endiliga avdúka, at eg veri við í allarsíðsta umfarinum av Vild med dans," skrivar føroyska poppstjørnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á sosialu miðlunum
Mynd: TV2  
 
02.09.2025 - 14:03

2025 verður eitt ár, ið Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn ongantíð gloymir. 

Fyrst vann hon danska Melodi Grand Prix'ið við sanginum "Hallucination", ið tryggjaði henni luttøku í Eurovision-sangkappingini í Basel, Sveis. 

Har gjørdi hon ikki mætari enn at syngja Danmark í finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2019. 

Síðan sprongdi hon áskoðarametið á Spæliplássinum á ársins G! festivali. 

Og nú skal hon luttaka í seinasta umfarinum av kendu donsku undirhaldssendingini Vild med dans hjá TV2.

 

Besta dansifelaga

Sissal Jóhanna er spent. 

"Tað er heilt óveruligt og ein stórur heiður at sleppa at vera partur av sendingini, sum eg trúliga hvønn fríggjadag heilt frá barnsbeini av havi hugt eftir heima á sofuni saman við familjuni," skrivar hon á sínum vangum á sosialu miðlunum. 

Sissal Jóhanna heldur seg eisini hava fingið besta dansifelaga, tí hon skal dansa saman við Eugen Miu, sum vann Vild med dans í fjør. 

"Eg klári slett ikki at bíða við at vísa tykkum, hvat hesi gomlu beinini kunnu.... ella ikki kunnu," skemtar Sissal Jóhanna. "Tað verður ein vill ferð, og góðu gevið mær meira enn tvær atkvøður hvønn fríggjadag," leggur hon afturat við einari speirekandi tilsiping til stigatalið, ið hon fekk frá hyggjarunum í Eurovision-finaluni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327