Eiga at kanna viðurskiftini hjá heimansettum føroyingum

Eiga at kanna viðurskiftini hjá heimansettum føroyingum
Átrokandi er við einari kanning av viðurskiftunum hjá føroyingum við menningartarni, sum vórðu sendir av landinum
Enna Garðshorn Mikkelsen hevur granskað í viðurskiftunum hjá føroyingum, sum høvdu menningartarn og vórðu sendir til Danmarkar á stovn í tíðarskeiðinum 1897 til 1973.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2025 - 18:13

Tað er í tøkum tíma, at politiska skipanin vísir áhuga fyri at fara undir eina kanning av tí, sum fór fram, tá føroyingar við menningartarni vórðu sendir til Danmarkar á stovn.

Tað sigur Enna Garðshorn Mikkelsen, etnologur, sum hevur granskað í hesum.

Fram til 1973 vórðu fleiri føroyingar, sum høvdu menningartarn, sendir á danska stovnin Rødbygaard í Lollandi.

 

Eiga at kanna ábyrgdina hjá føroyskum myndugleikum

Danska stjórnin bað fyri tveimum árum síðan um umbering fyri sína viðferð av teimum, sum vóru heimansett í ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðinum frá 1933 til 1980.

Tað gjørdi hon í kjalarvørrinum á einari søguligari kanning, sum varð almannakunngjørd tíðliga í 2022.

Men spurningurin, hvørt føroysku myndugleikarnir høvdu eina ábyrgd í tí, sum fór fram, tá føroyingar við menningartarni, vórðu sendir á danskar stovnar, er framvegis ósvaraður.

Spurningurin, um Føroyar eisini skulu biðja um umbering, varð viðgjørdur í Breddanum í farnu viku.

 

Eg havi bíðað í meira enn tjúgu ár eftir einari kanning frá politisku skipanini um júst hendan partin av føroysku søguni.

Enna Garðshorn Mikkelsen

 

 

Ein føroysk kanning møguliga á veg

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, segði í útvarpstíðindunum í farnu viku, at hann er sinnaður at fara undir eina kanning.

Eisini hava MEGD og Javni, afturat løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, gjørt vart við, at tørvur er á einari slíkari kanning.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1761736

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938