Russiski sendiharrin: Danmark partur av stríðnum í Ukraina

Russiski sendiharrin: Danmark partur av stríðnum í Ukraina
Vladimir Barbin finst hvassliga at ætlanini at loyva ukrainskum vápnaframleiðarum at gera vápn í Danmark
Vladimir Barbin er russiskur sendiharri í Danmark.
Mynd: Newsweek  
 
03.09.2025 - 15:49

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, finst hvassliga at Danmark, nú danska stjórnin er til reiðar at loyva ukrainskum vápnaframleiðarum at gera vápn í Danmark.

Í skrivligum svari til danska kringvarpið sigur hann, at um Ukraina sleppur at framleiða rakett-brennievni til krússararakettir á danskari jørð, verður tað trupult ikki at meta Danmark sum beinleiðis part av stríðnum í Ukraina.

- Ukrainar hava sagt alment, at hesar rakettir kunnu brúkast at leypa á mál langt inni í Russlandi. Keypmannahavn veit av hesum, skrivar russiski sendiharrin í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666