Trump ger viðmerking til hermannasýning í Kina

Trump ger viðmerking til hermannasýning í Kina
Donald Trump, forseti, sigur seg vóna, at amerikanarar, sum doyðu í krígnum, eisini verða mintir
Putin, Jinping og Jong-un vóru hjástaddir undir hermannasýningini í Bejing í morgun.
Mynd: AP  
 
03.09.2025 - 08:59

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur á sosiala miðli sínum, Truth Social, gjørt viðmerkingar til hernaðarskrúðgonguna, sum var í Kina tíðliga í morgun, við russiska forsetanum, Vladimir Putin, og norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, sum gestum.

- Stóri spurningurin er, um kinesiski forsetin, Xi Jinping, fer at nevna stóra stuðulin og "blóðið", sum USA bjóðaði Kina, fyri at hjálpa til at tryggja sítt frælsi frá einum sera óvinarligum fígginda, sum herjaði á uttanífrá, skrivar Trump.

Hann skrivar víðari í uppslagnum, at hann vónar, at amerikanararnir, sum doyðu, verða mintir. Hann ynskir kinesiska fólkinum og Xi Jinping góða høgtíð.

- Vinarliga gevið Vladimir Putin og Kim Jong-un mínar inniligastu heilsanir, meðan tit leggja upp svikaráð móti USA, skrivar Trump.

Trump greiðir ikki nærri frá, hvat hann meinar við, at partarnir leggja upp svikaráð móti USA.

 

Vónar at hann skemtar

- Vit vóna, at hann skemtar, sigur ein ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sambært Reuters, eftir seinastu boðini frá Trump. 

Putin er  í Beijing í Kina. 

Har hittir hann m.a. kinesiska forsetan, Xi Jinping, og norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, var ikki boðin við til hernaðarskrúðgonguna og hátíðarhaldið hjá Xi fyri, at 14 ára drúgva japanska hersetingin av Kina endaði, tá ið Japan tapti seinna heimsbardaga.

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

HERMANNASYNING_KINA

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050