Listin til forsetavalið klárur

Listin til forsetavalið klárur
Nú er greitt, at níggju fólk vera at velja í á forsetavalinum í Íslandi 25. juni, fimm menn og fýra kvinnur
Níggju fólk stilla upp á forsetavalinum í Íslandi 25. juni. Fimm menn og fýra kvinnur
 
27.05.2016 - 13:43

Tíggju stillaðu upp, men ein hevði ov fáa stillarar, so hansara uppstilling varð vrakað. 21 fólk boðaðu frá, at tey ætlaðu at stilla upp, men tá avtornaði, sendu tíggju teirra Innanríkisráðnum uppstilling.

Av teimum níggju valevnunum hevur søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Jóhannesson higartil fingið nógv ta størstu undirtøkuna í veljarakanningum.

Næstur honum er Davíð Oddsson, blaðstjóri, fyrrverandi forsætisráðharri og borgarstjóri í Reykjavík. Forsetin, sum verður valdur 25. juni, tekur við eftir Ólaf Ragnar Grímsson, sum hevur verið forseti í Íslandi í 20 ár.

Níggju valevni er nógv tað mesta á einum forsetavalevni í Íslandi. Í 2012 vóru seks valevni. Fyrstu ferð, forsetaval var, tað var í 1952, vóru trý valevni. Annars hava verið tvey til fýra valevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558