Gongur væl fíggjarliga á Eiði

Gongur væl fíggjarliga á Eiði
Meira er komið inn í kommunuskatti í Eiðis kommunu frá januar til mai í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør
 
02.06.2016 - 14:40

Tað gongur væl fíggjarliga í Eiðis kommunu. Eiðis kommuna hevði metár í fjør, men tølini higartil í ár benda á, at 2016 verður upp aftur betri, hóast kommunan við ársbyrjan lækkaði skattin við tveimum prosentum

Tað skuldi eftir øllum at døma givið minni í kommunukassan á Eiði, men so er ikki. Higartil í ár kommunan fingið umleið átta milliónir krónur inn í skatti, 100.000 krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Fólkavøkstur er eisini í kommununi, komið er upp um 700 fólk fyri fyrstu ferð í 10 ár. 701 fólk búgva i Eiðis kommunu. Tað er 40 fólk fleiri, enn fyri trimum árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328