Leita nú á avmarkaðari leið

Leita nú á avmarkaðari leið
Leitað verður nú á einari avmarkaðari leið eftir svørtu kassunum í flogfarinum hjá EgyptAir, sum datt niður í Miðjarðarhavið 19. mai
Nú verður leitað á eini avmarkaðari leið eftir flogfarinum hjá EgyptAir, sum datt niður í Miðjarðarhavið 19. mai
Mynd: AP  
 
02.06.2016 - 18:13

Øll 66 fólkini, sum vóru við, doyðu. Í gjár vórðu signal staðfest úr øðrum av svørtu kassunum. Leitað verður á einari leið, sum er ein góðan fjórðing til víddar.

Sambært egyptiska loftferðslumálaráðnum er eitt skip á veg við tólmennum, sum kunnu kava niður á botn og taka svørtu kassarnar upp.

Ov tíðliga at gera niðurstøður

Skipið verður á leiðini um eina viku ella so. Dýpið, har flogfarið datt niður, er umleið tríggjar kilometrar, millum griksku oynna Kreta og norðara part av egyptisku strondini.

Svørtu kassarnir kunnu loysa gátuna, hví flogfarið, sum var á veg úr París til Kairo, datt niður, eftir at tað hvarv á radaranum.

Tey, sum kanna málið, siga, at enn er ov tíðliga at koma við einari niðurstøðu, men møguleikin fyri at ein yvirgangsatsókn varð framd í flogfarinum, verður ikki útihýstur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558