83 ára gamal dømdur fyri kynslig misbrot

83 ára gamal dømdur fyri kynslig misbrot
Føroya rættur hevur dømt ein 83 ára gamlan mann eitt árs fongsulsrevsing fyri at hava misbrúkt tvær 10 ára gamlar gentur kynsliga
 
07.06.2016 - 17:04

In.fo skrivar, at meðan løgreglan kannaði eina fráboðan um, at maðurin á heysti 2014 hevði misbrúkt eina gentu í einum seyðahúsum, kom eisini fyri ein dag, at maðurin hevði misbrúkt sína egnu abbadóttir, eisini tá hon var um 10 ára gomul og fleiri ferðir.

Dómarin fann mannin sekan í siðamisbroti móti tveimum gentum um 10 ára aldur. Maðurin fekk eitt árs fongsulsrevsing, har av fýra mánaðir treytaleysir.

Væl nøgd við dómin

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur við heimasíðuna in.fo, at hon er væl nøgd við dómin frá Føroya rætti.

- Tað er týdningarmikið fyri rættarkensluna í einum lítlum samfelag, at tann seki má sita dómin, sigur ákærin, Linda Hesselberg.

Hon sigur somuleiðis, at tað var gott, at rætturin - hóast maðurin er 83 ára gamal - metti, at tá hann ikki var ov gamal til at fremja hesi lógarbrotini, ja, so var hann heldur ikki ov gamal at sita dómin í fongslinum, skrivar in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655