CIA-frágreiðing fríkennir Saudiarabia

CIA-frágreiðing fríkennir Saudiarabia
Saudiarabia hevði ongan fingur við í spælinum, tá yvirgangsatsóknirnar vórðu framdar í USA í 2001
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
13.06.2016 - 16:23

Tað stendur í eini frágreiðing, sum varð gjørd, men sum higartil hevur verið loynilig. Stjórin í CIA, John Brennan, hevur avdúkað, at frágreiðingin helst verður kunngjørd í næstum

Ein serlig nevnd varð sett at gera eina frágreiðing eftir álopið í New York. Nevndin skuldi leggja serligan dent á saudiarabiska leiklutin.

Í niðurstøðuni stendur, at eingi tekin eru um, at embætisfólk úr Saudiarabia høvdu nakað við atsóknina at gera, hóast tíðindini leingi gingu um, at Saudiarabia hevði ein fingur við í atsóknini. Millum annað við at stuðla tey sum framdu atsóknina.

Forsetin tilreiðar at brúka vetorættin

Teir flestu av teimum 19 sum framdu atsóknina, vóru úr Saudiarabia, og eitt skifti umhugsaði USA at stevna Saudiarabia eftir endurgjaldi fyri skaðarnar sum stóðust av álopinum.

Í mai samtykti amerikanska senatið, at avvarðandi kundu saksøkja Saudiarabia, men Hvítu húsini hava sett seg upp ímóti ætlanini.

Forsetin sigur seg fara at nýta vetorætt sín ímóti ætlanini, um hon kemur so langt. Verður sakarmál reist, so hevur Saudiarabia hótt við at selja amerikanskar ognir og virðisbrøv fyri 750 milliardir dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558