Setanin higartil kostað útivið 70.000 krónur

Setanin higartil kostað útivið 70.000 krónur
Higartil hevur tað kostað 69.220 krónur at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, kemur fram í svari frá løgmanni til løgtingsmann
 
23.06.2016 - 15:57

Bjørn Kalsø spurdi, hvussu nógv fyrsta umfar í aðalstjórasetanartilgongdini hevur kostað, býtt á uttanhýsis serfrøði, testir, arbeiðsorku hjá setanarbólkinum og annað.

Lýsingar hava kostað 9.720 krónur, serfrøði og testir hava kostað 50.000 krónur, fundarhøli til samrøður umleið 9.500 krónur. Til samans 69.220 krónur.

SÍ EISINI Óvist nær søkt verður aftur

Ein leyslig meting av arbeiðstíðini er, at persónarnir í setanarbólkinum hava brúkt millum 20 og 40 tímar hvør, sæst í svarinum.

Løgmansskrivstovan boðaði 3. juni frá, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum, men enn er støða ikki tikin til um starvslýsingin skal broytast.

Umhugsað verður í løtuni, hvørt broytingar skulu gerast í setanarmannagongdunum, stendur í svarinum frá Løgmansskrivstovuni.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at enn er ógreitt, nær starvið verður lýst leyst aftur, og um tað verður lýst leyst áðrenn summafrítíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308