Ikki óhugsandi at nýggj fólkaatkvøða verður

Ikki óhugsandi at nýggj fólkaatkvøða verður
Bretska tjóðartingið skal taka støðu til, um ein nýggj fólkaatkvøða skal verða um ES. Orsøkin er, at nógv ónøgd fólk hava skrivað undir eina áheitan
Mynd: KvF  
 
24.06.2016 - 18:49

Næstan 150.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan á tjóðartingið, um at umrøða fólkaatkvøðuna av nýggjum. Tey eru ikki nøgd við úrslitið.

Ein regla sigur, at fólk kunnu biðja um eina nýggja fólkaatkvøðu, um ikki minst 60 prosent av veljarunum atkvøða fyri ella ímóti á eini fólkaatkvøðu, og valluttøkan er minni enn 75 prosent.

Á fólkaatkvøðuni hósdagin vóru 51,9 prosent fyri, at Bretland skal úr ES, meðan 48,1 prosent atkvøddu fyri limaskapi í Evropasamveldinum.

Tjóðartingið má umrøða málið

Valluttøkan var 72 prosent. Reglan er eisini, at um 100.000 fólk biðja um nýggja fólkaatkvøðu, so má tjóðartingið umrøða áheitanina.

Higartil hava yvir 144.000 fólk skriva undir áheitanina um nýggja fólkaatkvøðu, og alla tíðina leggjast fleiri aftrat. Tí má tjóðartingið umrøða málið.

Blaðið The Independent skrivar kortini, at tað er lítið sannlíkt, at tjóðartingið fer at samtykkja at nýggj fólkaatkvøða skal vera um bretska limaskapin í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852