Hetta fer í søguna

Hetta fer í søguna
Nýggjari tøkni avloysir lyklakortið, sum verður brúkt til NemID-skipanina. Skipanin við pappírskortinum er ótíðarhóskandi, heldur veitari
Fingramerki og loynilyklar á fartelefonini avloysa NemID-pappírskortið um fá ár. 10 ára samstarvsavtala um menningina av skipanini varð undirskrivað hósdagin
 
30.06.2016 - 14:54

- Tað er umráðandi, at vit í menningini standa fast við góðskuna, sum vit kenna í dag, sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, við Ingeniøren.

Um fá ár verður lyklakortið, sum vit kenna frá NemID, ikki longur brúkt. Í staðin fyri skalt tú brúka fingramerki og fartelefonina til eitt nú netbankan.

Tað er greitt, eftir at Digitaliseringsstyrelsen og danska Fíggjarráðið seinnapartin hava skrivað undir eina 10 ára samstarvsavtalu um at menna skipanina.

Pappírskortið ótíðarhóskandi

- Vit skulu finna eina meira tíðarhóskandi loysn enn lyklakortið av pappíri. Til dømis við fingramerki og loynilyklum á fartelefonum hjá fólki.

Tað sigur Lars Frelle-Petersen hjá Digitaliseringsstyrelsen, ið skal tryggja menningina av NemID 2.0, ið skipanin verður nevnd, skrivar TV2.

NETS, ið rekur NemID, hevur sáttmála við danska statin um skipanina, fyribils til 2018. Føroysku peningastovnarnir brúka eisini NemID.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329