Europol: Brotsverk løna seg

Europol: Brotsverk løna seg
Løgreglumyndugleikar í Evropa leggja bara hald á 2,2 prosent av vinninginum frá brotsverkum, staðfestir europeiska løgreglusamstarvið, Europol
Brotsverk í Evropa løna seg, og væl enntá, er niðurstøðan hjá evropeiska løgreglusamstarvinum, Europol, ið hevur fingið dátuupplýsingar frá 15 ES-londum. Danmark hevur ikki latið tøl til kanningina
 
19.07.2016 - 08:46

Felags evropeiski løgreglumyndugleikin, Europol, hevur fyri fyrstu ferð roknað út, hvussu væl tað lønar seg at fremja brotsverk í Evropa.

Niðurstøðan í kanningini er greið: Um tú bara hugsar um pengarnar, so loysir tað seg, og væl enntá, at fremja brotsverk. Tað skrivar Berlingske.

Politimyndugleikin í Evropa leggur bara hald á 2,2 prosent av vinninginum frá brotsverkum í Evropa, metir Europol í greiningini sambært blaðnum.

Lykilin er økt ES-samstarv

Brotsfólkini fáa helst umleið 97,8 prosent av ólógligu pengunum, sum, sambært ST-skrivstovuni, snýr seg um upp í 817 milliardir krónur fyri rúsevni og brotsverk.

- Tað lønar seg framvegis at fremja brotsverk, og tað fer tað altíð at gera. Og hetta fer heldur ikki at broytast í næstu framtíð, sigur Burkhard Mühl, serfrøðingur.

Trupulleikin skal niðurberjast í samstarvi millum ES-londini. Úrslitið av bøttum samstarvi fer at síggjast næstu árini, staðfestir Burkhard Mühl sambært blaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132