Enn ein útlendingur dottin oman

Enn ein útlendingur dottin oman
Løgreglan fekk í dag fráboðan um, at ein útlendingur var dottin oman í fjøllunum. Bjargingartyrlan hevur havt úr at gera síðstu vikuna
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur havt úr at gera síðstu vikuna. Í dag var tyrlan í Tindhólmi eftir einum útlendingi, ið var dottin oman
 
21.07.2016 - 18:31

Boðini komu umleið klokkan 15 um, at ein maður var dottin oman í Tindhólmi. Maðurin var farin at klintra, tá óhappið hendi.

Maðurin var áhaldsin og datt oman í brattlendi og hevði brotið armin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Rani Wardum.

Neyðugt var tí at senda bjargingartyrluna eftir manninum í Tindhólmi, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Hetta er fimti útlendingur síðstu seks dagarnar, ið kemur illa fyri í fjøllunum. Leygarmorgunin doyði ein maður tá hann datt oman í fjøllunum moan fyri Norðragøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542