Lív verður nú einskilt

Lív verður nú einskilt
Tað tók tíggju ár at einskilja Lív
 
23.07.2016 - 10:25

Lógin um einskiljingina kom í gildi í mai 2006, og 1.september í ár verður einskiljingin framd.
Í mai 2011 vildi BankNordik keypa helvtina av Lív, men tá avtornaði, tók bankin seg aftur.

Í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at fyrireika seg til at keypa helvtina av Lív, og fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum eitt tilboð. Tilboðið var 35 mió. kr., tað sama sum BankNordik bjóðaði. Og 14.desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg í P/f Fakfelag sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur.

Men ikki fyrr enn fyrst í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið sáttmálan millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P/f Fakfelag um at keypa upp í 50 prosent av partapeninginum í P/F Lív Holding. 
Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. 

Men landsstýrið kann tó ikki taka pengar fyri Lív uttan loyvi frá løgtinginum.

Tí kemur eitt uppskot um eykajáttanarlóg í tingið beint eftir ólavsøku, har landsstýriskvinnan í fíggjarmálum biður um loyvi til at inntøkuføra pengar fyri Lív.
Í fyrsta umfari rindar P/f Fakfelag fyri tveir triðingar av helvtini av Lív, 23,33 mió. krónur

Og teir pengarnir fara í Búskapargrunnin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175