670 børn fara fyrstu ferð í skúla

670 børn fara fyrstu ferð í skúla
Næmingatalið minkar. Í ár eru 6.780 næmingar í fólkaskúlanum umframt 141 næmingar í frískúla og 193 í forskúla
 
11.08.2016 - 13:00

Mánadagin fara 670 børn fyrstu ferð í skúla. Tað eru 15 færri enn í fjør, vísir ein uppgerð frá Mentamálaráðnum, sum Skúlablaðið hevur fingið.

356 dreingir og 314 gentur fara fyrstu ferð í skúla í ár. Skúlin á Fløtum í Havn tekur ímóti flestu næmingunum, sum byrja í fyrsta flokki, tilsamans 64.

Í 14 skúlum kring landið eru færri enn 10 næmingar, sum fara í fyrsta flokk. Í tveimum skúlum er bara ein næmingur, sum byrjar í fyrsta flokki. 

Færri næmingar

Næmingatalið er minkað seinastu árini. 

Í skúlaárinum, sum byrjar mánadagin, eru tilsamans 6.780 næmingar í fólkaskúlanum. Harumframt ganga 141 næmingar ganga í frískúla og 193 í forskúla. 

Í fjør var næmingatalið tilsamans 6.889.

Síðani Mentamálaráðið gjørdi uppgerðina, er Lítliskúli í Havn komin aftrat. Har ganga tilsamans 31 næmingar, 15 í forskúlanum og 16 í innskúlingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932