Ongin streymur í Hvalba og Sandvík

Ongin streymur í Hvalba og Sandvík
Streymslit hevur verið fleiri staðni kring landið orsakað av nógva vindinum í nátt. Enn er streymurin ikki komin aftur allastaðni
 
10.09.2016 - 10:02

Stórir partar av Suðuroynni mistu streymin i nátt.

Tvær útgangandi linjur frá Tvøroyri koblaðu út. Tað eyðnaðist at leggja linjuni til Porkeris um aftur, men trupulleikin við linjuni til Hvalba og Sandvík bleiv ikki loystur.

Finn Jakobsen, deildarleiðari fyri elnetið hjá SEV, sigur við Kringvarpið klokkan 10, at linjumenn hjá SEV hava verið og roynt at loysa trupulleikin, men tað eyðnaðist ikki, tí vindurin var ov nógvur.

Tað er neyðugt at fara upp í SEV-pelarnar at loysa trupulleikin, og tað er trupult, tá tað er so nógvur vindur. 

Smærri streymslit vóru eisini í nátt í Norðdepli og á Streymoyarlinjuni. Men har kom streymurin aftur eftir nøkrum fáum minuttum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542