- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vápnahvíldin í Sýria longd
Avgerðin er tikin, so at meiri neyðhjálp kann flytast til landið. Tað sigur talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðharran, sambært Returs-tíðindastovuni.
SOHR, sýriski eygleiðingarstovunurin fyri mannarættindi, boðaði í gjár frá, at hann hevur ikki skrásett eitt einasta dráp hesa bæði samdøgrini, meðan vápnahvíld hevur vart.
SÍ EISINI Óvissa um ætlaða vápnaavtalu
Avtalan kom í gildi í gjárkvøldið klokkan sjey, lokala tíð. Tað hevur enn ikki eydnast Sameindum Tjóðum at fáa neyðhjálp inn í landið.
Týsdagin skrivaði Reuters um eitt eygnavitni við markið, sum hevði sæð fleiri bilfylgi við neyðhjálp koyra inn í Sýria úr Turkalandi.
Fólkið í kringsettum býum bíða enn eftir hjálp. Neyðhjálp sleppur møguliga inn í landið í dag sigur ST. Bilarnir standa framvegis turkisku megin markið og bíða.
SÍ EISINI USA og Russland samráðast um vápnahvíld í Sýria
Týsdagin var tað ov hættisligt hjá lastbilum hjá ST at koyra inn í krígsherjaða landið. Tað segði Jens Lærke, talsmaður fyri neyðhjálparskrivstovuni hjá ST, við Danmarks Radio.
Týdningarmikil partur av avtaluni um vápnahvíld er, at neyðhjálp skal veitast áhaldandi, og at ongar forðingar verða settar fyri hjálpina í kringsettu økjunum í Sýria.
Í eystara parti í Aleppo, har uppreistrarfólk hava valdið, eru umleið 250.000 fólk, sum hava verið hildin aftur í umleið tveir mánaðir.