Mæla til tveir ymiskar leistir

Mæla til tveir ymiskar leistir
Fiskivinnunýskipanarnevndin mælir til tveir ymiskar útlutingarleistir av fiskirættindum. Tað sæst í einum uppskoti frá nevndini, sum er sent vinnuni
Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarbólkinum, mælir til ikki ein men tveir leistir fyri uppboðsøluni
Mynd: Savnsmynd  
 
17.09.2016 - 10:38

Nýskipanarnevndin hevur gjørt eina røð av tilmælum. Nevndin mælir m.a.til at gera neyvar stovnsmetingar av øllum fiskasløgum undir Føroyum og at uppraðfesta havrannsóknararbeiði og gransking. 

Men tað, sum flest fólk í fiskivinnuni á sjógvi munnu hava bíðað mest eftir, eru tilmælini um útlutan - og har er nýskipanarnevndin varin. 

"Nevndin hevur umrøtt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna.

Tí verður mælt til eina skiftistíð, sum ger, at tað bert er ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum, ið verða boðin út hvørt ár." skrivar nevndin m.a.

 

Nýskipanarnevndin mælir til tveir leistir at útluta veiðirættindini eftir.

Leistur 1

Fyrri leisturin er ein uppboðssøla við einum blandi av bæði stutttíðar- og langtíðarrættindum.

Nevndin metir, at ein samanseting av av loyvum við ymiskum longdum kann nøkta ymiskar tørvar í vinnuni. Trý ymisk sløg av loyvum eru í hesi skipan: 1, 5 og 10 ára loyvir. 

Leistur 2

Hin leisturin byggir á, at øll veiðirættindini skulu seljast fyri í mesta lagi 1 ár í senn. 
Skotið verður upp, at hvørt ár verða 20 prosent av flestu kvotunum seld á uppboðssølu, og aktørar, ið vóru virknir í vinnuni
árið fyri, fáa ein forkeypsrætt til 80 prosent av tí, sum teir fiskaðu árið fyri. 
Nýskipanarnevndin metir, at ein tílík skipan tryggjar stabilitet fyri verandi loyvishavarar og tryggjar somuleiðis, at nýggir aktørar eisini hava møguleika at sleppa inn á marknaðin.

Hoyringarskrivið, sum skal viðgerast á fundum 22. og 23. september, kann lesast á heimasíðuni hjá vágaportalinum. Og útvarpið hevur meira um tilmælini til fiskivinnunýskipanina í tíðindasendingum seinni í dag.

Nevndin skal lata landsstýrismanninum sítt tilmæli í seinasta lagi 1. oktober.

Hoyringsskrivið sæst her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339