Nýggjur leki avdúkar skattaskjól í Bahamas

Nýggjur leki avdúkar skattaskjól í Bahamas
Skjøl um 175.000 fyritøkur eru likin úr eini felagskráseting í Bahamaoyggjunum til eitt týskt blað
Altjóða journalistiska samstarvið, ICIJ, hevur aftur samskipað ein stóran altjóða leka av upplýsingum úr skattaskjóli, hesaferð úr Bahamaoyggjunum
 
22.09.2016 - 09:50

Altjóða journalistiska samstarvið, ICIJ, hevur aftur samskipað ein stóran altjóða leka av upplýsingum úr skattaskjóli, hesa ferð úr Bahamaoyggjunum.

Onkur kelda hevur likið meira enn 1,3 milliónir skjøl úr felagsskrásetingini í Bahamas til týska blaðið, Süddeutsche Zeitung.

Skjølini snúgva seg um meira enn 175.000 fyritøkur, og týska blaðið er - sum tá stóri lekin var úr Panama - farið í samstarv við altjóða felagsskapin fyri kannandi journalistar, ICIJ, um at viðgera skjølini og gera fjølmiðlasøgur úr teimum.

Fjølmiðlar hava fingið atgongd til pappírini

Lekin fevnir um eitt nú nøvn á nevndarlimum og inngjøld fyri skrásetingaravgjøld, men skjøl eru ikki um sjálvt virksemið í einstøku fyritøkunum, sum eru skrásettar í Bahamas.

Øll nøvnini í nýggja lekanum eru løgd afturat almenna dátugrunninum hjá ICIJ, har skjøl eisini eru frá Panamalekanum fyrr í ár og Off Shore-lekanum frá 2013.

Áhugað kunnu leita í dátugrunninum á heimasíðuni icij.org. Sum fyrr hava einstakir fjølmiðlar í útvaldum londum fingið lut í skjølunum til at gera søgur úr. Í Danmark er talan um Danmarks Radio og Politiken.

Fleiri danskar fyritøkur nevndar

Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikansska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har.

Politiken skrivar, at teirra kanningar av Bahamas-lekanum hava víst, at nógvar danskar fyritøkur, serliga reiðarí, eru ella hava verið skrásett í Bahamaoyggjunum. Til dømis er alment kent, at eitt felag í Bahamas eigur tað stóra danska reiðaríið, Clipper.

Lekin úr Bahamas vísir, at Clipper hevur samband við næstan 200 ymisk feløg, sum eru skrásett í Bahamaoyggjunum, skrivar Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233