Banna kanska øllum fosturtøkum

Banna kanska øllum fosturtøkum
Allar fosturtøkur í Póllandi eiga at bannast, og kvinnur skulu kunna dømast fimm ára fongsulsrevsing, virða tær ikki forboðið, ætlar stjórnin
Tað skal verða ógjørligt hjá kvinnum í Póllandi at fáa fosturtøku ætla stjórnarflokkarnir í landinum. Á myndini viðhaldsfólk, ið taka undir at banna øllum fosturtøkum í Póllandi
Mynd: AP  
 
26.09.2016 - 11:51

Líkt er til, at Pólland nú fer at banna allari fosturtøku. Fríggjadagin sendi ein meiriluti í pólska tinginum eitt umstrítt lógaruppskot til viðgerðar í lógarnevndini.

Við hesi nýggju lógini skal tað gerast enn torførari hjá polskum kvinnum at fáa fosturtøku. Bara um tað stendur um lív hjá kvinnuni skal fosturtøka fremjast.

Kunnu fáa fongsulsrevsing

Sambært hesi nýggju lógini skal tað vera gjørligt at geva møðrum fimm ára fongsulsrevsing, um tær fáa ólógliga fosturtøku.

Uppskotið fær stuðul frá katólsku kirkjuni í Póllandi, sum tó ivast í, um tað er rætt at fongsla kvinnur sum hava fingið fosturtøku.

Nýggju lógaruppskotini hava havt við sær nógv og hvast orðaskifti, og mótmæli hava verið bæði fyri og ímóti fosturtøku í fleiri polskum býum.

Tingfólk vraka uppskotið

Upprunan til lógaruppskotið eigur borgararørslan "Steðgið fosturtøku," sum hevur savnað eina hálva millión undirskriftir frá fólki, sum eru ímóti fosturtøku.

Fríggjadagin vístu tingfólk samstundis aftur einum uppskoti frá borgararørsluni "Bjarga kvinnunum," sum hevur savnað 200.000 undirskriftir. Tær skjóta upp at loyva fosturtøku fram til 12. viku í viðgongutíðini.

Polsk lóg bannar frammanundan fosturtøku uttan tá kvinnan er neyðtikin, tá ið heilsustøðan hjá mammuni er í vanda ella tá fostrið er álvarsliga sjúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981