Viðgera enn fíggingarspurning

Viðgera enn fíggingarspurning
Tvøroyrar kommuna arbeiðir framvegis við málinum um at fáa pengar til vega, so Saltsiloverkætlanin á Drelnesi kann gerast liðug
Tvøroyrar kommuna viðger enn spurningin um kommunan skal stuðla SALT-verkætlanini á Drelnesi
 
26.09.2016 - 14:48

Fíggjarnevndin umrøddi málið um stuðul til SALT í farnu viku, og fríggjakvøldið var býráðsfundur á Tvøroyri, har málið varð umrøtt.

Kristin Michelsen, borgarstjóri sigur, at býráðið samtykti einki á fundinum, men hann sigur at arbeitt verður framvegis við at fáa greiðu á fleiri spurningum, og gongd er í málinum, sigur hann.

Nýggjur býráðsfundur er kortini ikki ásettur, sigur borgarstjórin. Saltsilogrunnurin hevur fingið at vita frá A.P. Møller-grunninum, at hann er sinnaður at játta upp til tríggjar milliónir krónur aftrat til Saltsilogrunnin.

Men treytin frá A.P. Møller-grunninum er, at onkur annar kemur við eins nógvum pengum, so Saltsiloin á Drelnesi kann gerast liðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334