Ikki við í uppskotinum

Ikki við í uppskotinum
Pensjónsnýskipanin sæst ikki aftur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2017. Landsstýriskvinnan roynir enn at fáa breiða semju um skipanina
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, roynir framvegis at fáa breiða semju um nýskipanina, sigur hon í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu
 
04.10.2016 - 08:55

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, roynir framvegis at fáa breiða semju um nýskipanina, sigur hon í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Í svarinum sigur hon, at politiski fylgibólkurin, har sum allir flokkar eru við, fær fundarboð aftur í seinnu helvt av oktober.

Lógin má leingjast

Av tí at semja ikki fekst fyri summarfrítíðina, varð avrátt at hava steðg í arbeiðinum hjá fylgibólkinum til ólavsøku.

Síðani avgjørdi landsstýriskvinnan at bíða til uppskotið um fíggjarlógina var liðugt. Roynt varð annars at fáa pensjónsnýskipanina lidna í vár.

Eyðgunn Samuelsen noyðist eisini at biðja Løgtingið leingja lógina um brotviðbótina til fólkapensjónistar, sum ikki fáa fulla upphædd frá Samhaldsfasta.

SÍ EISINI Pensjónsnýskipanin er komin aftur á breddan

Tað noyðist landstýriskvinnan, tí pensjónsnýskipanin verður ikki liðug á nýggjárinum, tá lógin annars skuldi fara úr gildi. Løgtingið er biðið um leingja lógina tvey ár.

Fólkapensjónistar, sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta, mistu pengar, tá grundupphæddin í fólkapensjónini minkaði.

Í staðin minni grundupphædd fáa flestu fólkapensjónistar meira úr Samhaldsfasta. Men tey, sum ikki fáa fult gjald frá Samhaldsfasta, fáa í staðin fyri brotviðbót frá Almannaverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101