Streymurin kanska bíligari

Streymurin kanska bíligari
Nevndin í SEV mælir til at lækka streymprísin á nýggjárinum. Tekur aðalfundurin undir við uppskotinum, verður streymurin bíligari á nýggjárinum
Tekur aðalfundurin hjá SEV undir við tilmælinum frá nevndini, lækkar streymprísurin á nýggjárinum við umleið fimm oyrum
 
07.10.2016 - 09:57

- Tað er tann góða fíggjarliga støðan hjá SEV, ið er orsøk til uppskotið, um at lækka prísin, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, sambært útvarpinum.

Fíggjarliga støðan hjá SEV kann koma tær til góðar, tí SEV fer at mæla aðalfundinum til, at lækka prísin við umleið fimm oyrum fyri kilowatttíman.

Kostar SEV 15 milliónir

Tað fer at kosta SEV 15 milliónir krónur í mistum inntøkum komandi fíggjarár. Men Jákup Suni Lauritsen væntar, at aðalfundurin fer at lurta eftir tilmælinum.

- Í síðsta enda er tað aðalfundurin, sum avger tað. Men eg vænti, eigararnir fara at fylgja tilmælinum frá okkum (nevndini, red.) sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður.

SEV hevur avgjørt at útseta ætlanina um at byggja nýtt høvuðssæti. Men tað er ikki orsøkin, at streymprísurin lækkar, sigur Jákup Suni Lauritsen við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576