Dømdur fyri rúsevnasmugling

Dømdur fyri rúsevnasmugling
Ein maður, nøkur og tretivu ára gamal, fekk í Føroya rætti mánadagin fimm mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla 26,4 gramm av amfetamini til Føroya
 
12.10.2016 - 08:00

Maðurin varð tikin, tá hann kom til Havnar við Norrønu úr Danmark 26. september. Hann varð ákærdur og er nú dømdur fyri at ætla at selja part av amfetamininum í Føroyum.

Maðurin játtaði seg partvíst sekan, men hann ætlaði ikki at selja burtur av amfetamininum, segði hann.

Hann segði, at hann ætlaði at brúka rúsevnið sjálvur, tí hann arbeiðir um náttina og hevði brúk fyri onkrum at styrkja seg við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542