Trý úr Føroyum í uppskoti

Trý úr Føroyum í uppskoti
Tveir føroyskir rithøvundar og ein tónleikabólkur eru í uppskoti at verða heiðrað, tá Norðurlandaráðið letur árligu virðislønirnar í kvøld
Carl Jóhan Jensen er ein av teimum, sum er í uppskoti at fáa virðisløn, tá Norðurlandaráðið í kvøld letur sínar árligu virðislønir. Hetta er fimtu ferð, at Carl Johan Jensen er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandasráðsins
 
01.11.2016 - 09:02

Carl Jóhan Jensen, Bárður Oskarsson og tónleikabólkurin Orka eru øll í uppskoti, nú Norðurlandaráðið letur sínar árligu virðislønir á hátíðarhaldi í Keypmannahavn í kvøld.

Carl Jóhan Jensen er í uppskot til norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik," sum hann gav út í 2014. 

SÍ EISINI Hann kann fáa bókmentavirðislønina 2016

Bárður Oskarsson er í uppskoti at fáa norðurlendsku barna- og ungdómsvirðislønina fyri barnabókina "Stríðið um tað góða grasið," sum hann gav út í 2012. 

tónleikabólkurin Orka er í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna Leipzig, sum kom út í 2014. Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum er 350.000 krónur.

Framføra nýggjan tjóðsang

Í fjør vann SEV náttúru- og umhvørvislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tí verður tað stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sum fer at handa hesa virðislønina í ár. 

Harumframt verður nýggi, norðurlendski tjóðsangurin Nordika framførdur fyrstu ferð við hátíðarhaldið í kvøld. Sunleif Rasmussen hevur gjørt lagið til Nordika.

Hátíðarhaldið verður í konserthøllini hjá danska kringvarpinum klokkan 19 í kvøld føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846