ES-nevndarlimur dregur í land

ES-nevndarlimur dregur í land
Ein týskur ES-nevndarlimur biður nú um umbering, millum annað tí hann kallaði kinesarar skeivoygdar
Týski ES-nevndarlimurin, Günther Oettinger, úr flokkinum CDU hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, biður nú um umbering fyri ymiskt, hann hevur sagt
Mynd: AP  
 
03.11.2016 - 17:04

Týski ES-nevndarlimurin, Günther Oettinger, sum er úr flokkinum CDU hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, biður nú um umbering fyri ymiskt, hann hevur sagt, millum annað um kinesarar.

Í eini røðu fyri vinnulívsleiðarum í Hamburg í síðsta mánaði, segði Günther Oettinger, at kinesarar eru skeivoygdir.

- Eg havi hugsað um tað, sum eg segði í røðuni, og eg staðfesti, at orðavalið kann hava sært onkran, sigur ES-nevndarlimurin.

Fanst eisini at belgiarum

Í røðu síni fanst Oettinger eisini at teimum belgisku politikarunum, sum ikki vildu taka undir við fríhandilsavtaluni millum ES og Kanada.

Günther Oettingar sigur nú, at hann var bersøgin, og at hann hevur stóra virðing bæði fyri kinesarum og politikarunum í belgiska landspartinum Vallonia.

Formaðurin í ES-nevndini, Jean Claude-Juncker, tilnevndi fríggjadagin Günther Oettingar, nýggjan nevndarlim í fíggjarætlanarmálum og til ein av fleiri næstformonnum í ES-nevndini.

Günther Oettingar skal fyrst til eina hoyring, áðrenn hann verður góðkendur at taka við nýggja starvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155