Undirtøkan fyri henni minkar alsamt

Undirtøkan fyri henni minkar alsamt
Fyri hvønn dag sum gongur, minkar munurin millum demokratiska forsetavalevni, Hillary Clinton, og republikanska forsetavalevnið, Donald Trump
Hillary Clinton hevur ikki allar orsøkir at fegnast í løtuni. Munurin millum hana og Donald Trump, valevni hjá republikanarunum, minkar fyri hvønn dag
 
04.11.2016 - 10:08

Eftir triðju og seinastu hólmgonguna, sum var millum forsetavalevnini tann 19. oktober, vóru sannlíkindini fyri, at Clinton vann valið 87 prosent, sambært heimasíðuni FiveThirtyEight.com

Nate Silver, ið stendur fyri heimasíðuni, brúkar ein frymil, sum fyrr hevur rakt ógvuliga neyvt endaliga úrslitið í amerikanska valinum.

SÍ EISINI Donald Trump avdúkaður sum ónæriligur og skendskur

Trump góðan møguleika at vinna valið í juli sambært heimasíðuni, men eftir fleiri óhepnar útsøgnir misti hann brádliga undirtøku og longu hálvan august stóð Hillary Clinton sum tryggur vinnari sambært Nate Silver.

Men so skifti Donald Trump leiðaran av sínum valstríði út og legði seg eftir, at í minni mun at siga alt, sum hann hugsaði.

SÍ EISINI Trump: Meiningakanningarnar eru falskar

Tá byrjaði at ganga betri og hálvan september var munurin millum valevnini aftur minkaður so mikið, at sannlíkindini, fyri at Trump vann, var 45,2 prosent, sambært Five-Thirty-Eight.

Men so komu upptøkur undan kavi, har Donald Trump breggjaði sær av, at hann kundi verða ónærisligur og fara við kvinnum, sum honum lysti - og aftur hekk Trump í leysum lofti.

Hesa ferð var eingin vón fyri framman, søgdu viðmerkjarar. Haraftrat kláraði hann seg illa í hólmgongu móti Clinton. Fyri hvørja ferð forsetavalevnini hittust, vaks undandragið hjá Clinton. 

SÍ EISINI Eygleiðarar: Hon kláraði seg betur

Men so hendi nakað, sum broytti gongdina. Fríggjadagin 28. oktober sendi FBI Kongressini eina kunning um, at samveldisløgreglan var farin undir at kanna fleiri teldupostar hjá Clinton. 

Eingin veit enn, hvat stendur í teldubrøvunum, men áhaldandi ákærur frá Trump um, at FBI upprunaliga lat málið aftur, tí tøtt bond eru millum Clinton-hjúnini og ovastu leiðsluna í FBI, vóru nú styrktar - og álitið á Clinton tykist svinna fyri hvønn dag, sum gongur. 

Munurin millum forsetavalevnini minkar í hvørjum. Hóast hon enn hevur nógv størri møguleika fyri at vinna, sambært heimasíðuni FiveThirtyEight.com, 66,2 prosent, meðan Trump hevur 33,8 prosent, sær gongdin í løtuni út til at vera til fyrimuns fyri Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008