Triðja árið á rað: Dálkingin stendur í stað

Triðja árið á rað: Dálkingin stendur í stað
Útleiðingin av vakstrarhúsgassi í heimshøpi stendur eftir øllum at døma í stað, sambært árligu Global Carbon Budget-frágreiðingini
Dálkingin í heiminum stendur at kalla í stað triðja árið á rað. Orsøkin er millum annað, at kinesarar nú brenna minni kol
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
14.11.2016 - 09:29

Hildið varð annars, at heimsumfatandi útleiðingin av CO2 fór at vaksa við 0,2 proentum í 2016 staðfestir árliga frágreiðingin.

Men sambært frágreiðingini, sum granskarar úr allari verðini hava skrivað, er CO2-dálkingin í 2016 á sama støði, sum í 2014 og 2015.

Ov tíðliga at gleðast

Orsøkin er millum annað, at kinesarar brenna minni kol. Í frágreiðingini verða tølini nevnd - "tíðilig og ikki fyrr sæð pausa" - eftir at CO2 í alheimshøpi í áratíggju er vaksið stútt og nógv.

Í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2013 hækkaði støðið 2,3 prosent um árið, áðrenn tað lækkaði við 0,7 prosentum í 2014. 

Hóast frágreiðingin er góð tíðindi fyri veðurlagið, heldur Corinne le Quere, granskingarleiðari á lærda háskúlanum East Anglia, ikki, at vit eiga at gleðast ov tíðliga.

Hittast at tosa um viðurskiftini

Granskarar leggja í frágreiðingini dent á, at tað er neyðugt at skerja útleiðingina av vakstrarhúsgassi, um málið at avmarka alheims upphitingina skal røkkast.

Heimsins lond samdust í fjør um altjóða veðurlagsavtaluna. Ein veðurlagsavtala, ið skal steðga alheims upphitingini.

Nú hittast londini í Marokko fyri at tosa um, hvussu slepst undan, at hitin á jørðini hækkar meira enn tvey stig innan ár 2100.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985