Vilja nú síggja eina ætlan

Vilja nú síggja eina ætlan
Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu viðurskifti, grannskoðararnir hava víst á í fleiri ár, verða fingin í rættlag
 
16.11.2016 - 07:58

Teir fýra løgtingsgrannskoðararnir, Jónleif Johannesen, Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen, hava skotið upp, at landsstýrið skal leggja fyri tingið frágreiðing um, hvussu henda ætlan kann fremjast.

Frágreiðingin skal eisini siga, nær og hvussu viðurskiftini eru komin í rættlag. Í vár samtyktu løgtingsgrannskoðararnir at broyta mannagongdirnar soleiðis, at mál verða fylgd gjøgnum árið, og at mint verður á landsstýrisfólk at fáa viðurskiftini í rættlag. 

Landsroknskapurin ikki fullfíggjaður

Í flestu førum sigur landsstýrið seg arbeiða við málunum. Løgtingsgrannskoðararnir mæla nú til at seta freist á, nær hesi arbeiði skulu verða gjørd, til tess at tryggja, at somu viðmerkingar ikki eru í grannskoðarafrágreiðingunum árið eftir.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, tí alt er ikki við. Samsvar er ikki altíð millum roknskapir hjá almennum stovnum og landsroknskapin, og tí eru skeiv roknskapartøl løgd fyri løgtingið.

Eisini vísa løgtingsgrannskoðararnir á, at inntøkujáttanin av almennum bygningum, sum eru til sølu, byggja ikki á veruligar upplýsingar, og eru ikki lýst á nøktandi hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523