Sinnaðir at fáa viðurskifti í rættlag

Sinnaðir at fáa viðurskifti í rættlag
Vladimir Putin hevur boðað frá, at Donald Trump hevur sagt seg vera sinnaðan at fáa betri samband við Russland. Vladimir Putin vil eisini samstarva
Nú skulu viðurskiftini millum USA og Russland fáast í rættlag. Forsetarnir í USA og Russlandi siga seg báðar vera sinnaðar at arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini
 
21.11.2016 - 09:18

- Eg havi sagt honum tað sama, segði Vladimir Putin, forseti í Russlandi, á toppfundinum hjá APEC um vikuskiftið.

Síðan Russland fyri tveimum árum síðan legði Krimhálvoynna undir seg, hava viðurskiftini millum Russland og USA verið spent.

Bæði ES og USA hava fordømt Russland. Støðan versnaði, tá Russland fløkti seg uppí kríggið í Sýria og ikki virdi avtalur um vápnahvíld.

Grundleggjandi rættindi tryggjast

Barack Obama hevur sagt seg vóna, at Donald Trump fer at seta Russlandi hart ímóti hørðum, um Putin ikki virðir grundleggjandi rættindi og landamørk hjá sjálvstøðugum londum.

- Fólkaræði, talufrælsi og altjóða siðvenjur skulu virðast, segði Barack Obama í røðu í Berlin í síðstu viku.

Men skjótt skulu Vladimir Putin og Donald Trump tosa saman, so viðurskiftini millum londini kunnu fáast í rættlag. Hvat tað vil siga meira ítøkiliga, vildi Putin ikki siga um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870