USA ávarar um øktan yvirgangsvanda

USA ávarar um øktan yvirgangsvanda
Amerikonsk ferðafólk skulu vera varin, halda tey jól og nýggjár í Evropa, ávarar amerikanska uttanríkisráðið
Amerikansk ferðafólk skulu vera varin, ferðast tey til Evropa á jólum og nýggjárinum, ávarar amerikanska uttanríkisráðið um í nýggjari ferðavegleiðing. Vandi er fyri yvirgangi sigur ráðið
 
22.11.2016 - 11:21

Uttanríkisráðið sendi mánadagin út eina dagførda ferðavegleiðing. Vandin fyri yvirgangi í evropeiskum býum økist um høgtíðina, skrivar Ritzau.

- Eftirfarandi kunning gevur ábendingar um, at felagsskapir leggja yvirgangsætlanir til rættis í Evropa um høgtíðina, skrivar uttanríkisráðið í USA.

Fólk skulu vera á varðhaldi

Uttanríkisráðið heitir á amerikanarar, sum fara til Evropa á jólum, um at vísa varsemi, ferðast tey í støðum, har nógv fólk kunnu savnast.

- Amerikanskir ríkisborgarar skulu vera á varðhaldi, tí yvirgangsfólk kunnu leypa á við stuttum skotbrá, ljóðar í ferðavegleiðingini.

Amerikanska uttanríkisráðið sendi út eina líknandi ávaring fyri einum ári síðani. Tá varð ávarað um at ferðast til Keypmannahavnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970