Færri koppseta seg

Færri koppseta seg
Nógv færri gentur og kvinnur í Føroyum taka nú av tilboðnum um ókeypis vaksinasjón fyri HPV-virus
Færri gentur og kvinnur í Føroyum lata seg nú koppseta fyri HPV-virus
 
23.11.2016 - 07:54

Tøl, sum Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið frá Heilsumálaráðnum, vísa stóra minking í vaksinasjónunum.

Tær hava higartil í ár verið 125. Í fjør gav landskassin studning til 310 vaksinasjónir, og í 2014 vóru tær 779.

Sagt verður, at HPV-virus kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum. Men nógv skriving hevur verið um, at vaksinan hevur skaðilig hjáárin.

Og læknar eru, sum halda uppá, at enn eru eingi prógv fyri, at HPV-vaksinan forðar fyri krabbameini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711