Bjóða dønum atgongd

Bjóða dønum atgongd
ES-nevndin bjóðar dønum til tættari samstarv um eina løgregluskipan, danir í løtuni ikki hava atgongd til
ES-nevndin bjóðar nú Danmark til tættari samstarv um løgregluskipanina, Europol, sum Danmark ikki hevur atgongd til.
 
06.12.2016 - 16:44

ES-nevndin bjóðar nú Danmark til tættari samstarv um løgregluskipanina, Europol, sum Danmark ikki hevur atgongd til.

Tað skal kunna gerast við einum samskiftisovasta, og talan er um eitt heldur tættari samstarv enn eitt nú Noreg hevur, skrivar tv2.dk

Betri skipan enn í Noregi

Samskiftisovastin, ið skal starvast hjá Europol, skal kunna leita eftir upplýsingum í skipanini hjá Europol, tá Danmark hevur tørv á tí.

Skipanin, sum Danmark nú stendur í boði, er heldur betri enn skipanin sum Noreg hevur, tí Noreg má biðja um loyvi at sleppa í skipanina hjá Europol, hvørja ferð tørvur er á tí, og tað kann taka upp í nakrar dagar at fáa eitt slíkt loyvi.

Danir vrakaðu í desember í fjør á eini fólkaatkvøðu, at fara undir tættari tilknýti til ES, sum millum annað hevði havt við sær, at danska løgreglan hevði havt beinleiðis atgongd til skipanina hjá Europol.

SÍ EISINI Europol: Brotsverk løna seg

Síðani tá hevur danska stjórnin samráðst við ES um eina aðra skipan, so tætt samstarv kann vera við løgregluna í ES.

Í 2014 nýtti danska løgreglan skipanina hjá Europol 72.000 ferðir, umleið 200 ferðir um dagin, so europeiska løgreglusamstarvið hevur stóran týdning fyri donsku løgregluna.

Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, hevur boðið øllum teimum donsku flokkunum á fund í morgin um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155