Viðgera aftur fíggjarliga stuðulin

Viðgera aftur fíggjarliga stuðulin
Løgtingið skal í dag atkvøða um málið, at lata Saltsiloini á Drelnesi fíggjarligan stuðul, skal til aðru viðgerð
Løgtingið skal í dag atkvøða, um uppskotið um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum, skal til aðru viðgerð
 
08.12.2016 - 08:36

Løgtingið skal í dag atkvøða, um uppskotið um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum, skal til aðru viðgerð, hóast álit ikki er komið úr Fíggjarnevndini.

Tingskipanin sigur, at um so er, at álit ikki er lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, kunnu tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

SI EISINI Viðgera eykajáttan til SALT

Tað er júst tað, sum Løgtingið skal gera, tá tingfundurin byrjar klokkan 11:00 í dag. 19. oktober løgdu fýra tingmenn úr andstøðuni fram uppskot um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum.

Eftir fyrstu viðgerð 28. oktober fór uppskotið í Fíggjarnevndina. Har hevur tað verið síðani. Sambært gerðarbókini hjá Fíggjarnevndini umrøddi nevndin málið tann 15. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV