Heita á løgmann um at avtaka tunnilsgjald

Heita á løgmann um at avtaka tunnilsgjald
Avtalan skal haldast, tunnilsgjøldini í undirsjóvartunlunum skal avtakast aftur, siga kommunur, valfeløg og vinnulív
Avtalan skal haldast, siga valfeløgini, kommunurnar og nú eisni vinnulívið
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2016 - 09:34

Kommunurnar í Vágum og Klaksvíkar kommuna heita nú í felag á løgmann um at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, nú lánini sum fíggjaðu tunnilin eru aftgurgoldin. 
Og í øðrum lagi heita kommunurnar á løgmann um at fáa fundin, sum løgmaður lovaði teimum í september 2016. 

Vágatunnilin var fyri kortum útgoldin, men ivi hevur seinastu tíðina verið um, hvat fer at henda, tá undirsjóvartunlarnir eru útgoldnir og um gamla avtalan, sum sipað verður til, fer at vera hildin. 

Felags áheitan

Kommunurnar í Vágum og í Norðoyggum eru ikki einsamallar um almennu áheitanina á løgmann um at avtaka tunnilsgjøldini. Fleiri valfeløg, vinnufeløg og fleiri fyritøkur  hava eisini undirskrivað áheitanina. 

Feløgini meta m.a. at tunnilsgjøldini eru kappingaravlagandi og ein forðan fyri vøkstri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604