Vilja broyta upplatingartíðir

Vilja broyta upplatingartíðir
Tórshavnar kommunu vil sleppa at broyta reglugerðirnar fyri upplatingartíðir hjá matstovum og skeinkistøðum
Upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum eru ótíðarhóskandi og skulu tí dagførast, heldur nýggi býráðsmeirilutin í Havn
 
06.01.2017 - 08:13

Reglugerðirnar fyri upp- og afturlatingartíðir hjá matstovum og skeinkistøðum skulu broytast. Tað stendur í samstarvsskjalinum hjá nýggja býráðsmeirilutanum í Havn. 

Dagførdar upplatingartíðir gera Havina meira tíðarhóskandi og liviligari, vil meirilutin við Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Framsókn vera við.

Forarbeiðið er byrjað

Í stuttari viðmerking sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, at tey eru farin undir at kanna hvussu upplatingartíðirnar kunnu dagførst.

Upplatingartíðirnar skulu dagførast fyri at hóska betur til tørvin hjá borgarum og hjá vinnulívi. Millum annað tá ið serlig tiltøk eru mitt í viku.

Tað er kortini lættari sagt enn gjørt, tí landspolitiskar løgtingslógir og løgregluviðtøkur mugu eisini lagast til fyri at upplatingartíðirnar kunnu broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334