Ferðafólkaflogfar rakti dronu

Ferðafólkaflogfar rakti dronu
Eitt Boeing-flogfar í Eysturafrika fekk stóran skaða hósdagin, tá tað fleyg inn í eina dronu undir lending
Eitt Boeing 737-flogfar í Eysturafrika fekk skaða hósdagin, tá flogfarið fleyg inn í eina dronu undir innflúgving
Mynd: avherald.com  
 
10.01.2017 - 13:48

Tað, sum loftferðslumyndugleikar um allan heimin óttast skal henda, hendi í Eysturafrika hósdagin í síðstu viku, tá eitt flogfar skuldi seta seg.

Eitt Boeing 737-flogfar við 80 ferðafólkum fleyg inn í eina dronu beint áðrenn flogfarið lendi í Mosambik hósdagin, skrivar The Aviation Herald á netinum.

Trupulleikin kendur í økinum

Flogskiparin helt í fyrsta umfari, at flogfarið hevði rakt fugl undir innflúgvingini. Tá flogfarið varð kannað, vísti tað seg, at tað hevði rakt eina dronu.

Trupulleikin við dronum, sum órógva flogferðsluna í økinum, byrjaði í fjør, tá eitt stórt kolanám varð funnið. Kolanámið verður kannað úr erva við dronum.

Bara í USA vórðu 650 tilburðir skrásettir í 2016, tá ferðafólkaflogfør bóru eyga við dronur, sum flugu ov tætt við sivil flogfør, skrivar danska blaðið, Check-In.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761