Djóralækni: Tað er vánalig djóravælferð at geva goyggjandi hundum stoyt

Djóralækni: Tað er vánalig djóravælferð at geva goyggjandi hundum stoyt
Fleiri og fleiri sóknast eftir hálsbondum, sum geva goyggjandi hundum stoyt. Djóralækni mælir staðiliga frá at brúka hetta slag av hálsbondum
Bjarki Thomsen
18.08.2026 - 11:18

Fleiri vilja hava bilbugt við at goyggjandi hundar. 

Ein máti er at geva hundinum eitt hálsband, sum gevur stoyt, tá hundurin goyr.

"Tað svarar til at straffa børn við at rista í tey ella at sláa tey ," sigur Kristina Dahl Joensen, djóralækni. 


Kristina Dahl Joensen, djóralækni, mælir staðiliga frá at brúka hálsbond, ið geva goyggjandi hundum stoyt (Mynd: Bjarki Thomsen)
 

 

Stórur eftirspurningur

Men kortini er loysnin við hálsbondunum, ið geva stoyt, ein loysn, sum fleiri leita sær til.

"Tað er fleiri ferðir um vikuna, at vit vera spurd um tað," sigur Grækaris Fernandez Heinesen, sølufólk í Djórahandlinum og Akvariubúðini. 

Eftirspurningurin er so stórur, at handilin nú hevur skrivað út á sosialar miðlar fyri at undirstrikað, at tey ikki selja hálsbondini.

 

 

Ólógligt í Danmark

Umframt hálsbond, sum geva stoyt, eru eisini onnur sløg av hálsbondum á marknaðinum. 

"Tað eru eisini sproytihálsbond," sigur , sølufólk í Djórahandlinum og Akvariubúðini. 

Hundahálsbond, sum geva stoyt frá sær, eru bannað við lóg í Danmark, men einki er í føroyskari lóggávu, ið beinleiðis forbjóðar tílíkum hálsbondum.


Grækaris Fernandez Heinesen, sølufólk (Mynd: Bjarki Thomsen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507