Kvetta øll bond við ES

Kvetta øll bond við ES
Bretland fer fullkomiliga úr ES, og fer ikki at vera hálvt uttan fyri og hálvt innan fyri ES-felagsskapin
Bretland ætlar eisini at hyggja longur út í heim, til onnur lond, segði Theresa May fyri løtu síðani
 
17.01.2017 - 12:22

Tað gjørdi bretski forsætisráðharrin, Theresa May greitt, tá hon helt røðu fyri løtu síðani.

Tá bretar atkvøddu fyri at fara úr ES, var tað ikki, tí bretar ætla at skaða ES, hinvegin vilja halda fram at samstarva við ES.

Hyggja longur út í heim

Bretland ætlar eisini at hyggja longur út í heim, til onnur lond, kom eisini fram í røðuni. Bretar fara úr ES, men ætla ikki úr Evropa, gjørdi May greitt.

Theresa May gjørdi eisini greitt, at tær lógir, ið skulu verða galdandi í Bretlandi, skulu verða gjørdar av bretska tjóðartinginum, og ikki í ES.

Og Bretland ætlar sær ikki at vera partur av ES-dómstólinum meira, kom fram í røðuni, sum bretski forsætisráðharrin helt fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744