- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Hesin bilurin er áhugaverdur

Grímur Grímsson, kanningarleiðari, vil tó ikki vátta hetta, men blaðið, Vísir, sigur seg hava tíðindini frá álítandi keldu.
Keldan veit eisini at siga, at nakrir av manningini umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, høvdu leigað bilin frá fríggjadegnum til seint leygardagin frá bilútleigara í Akureyri.
20 ára gamla Birna Brjánsdóttir er seinast sædd á Laugavegnum í miðbýnum í Reykjavík tíðliga leygarmorgunin, um somu tíð, sum ein reyður Kia Rio-bilur er sæddur koyra har.
Varðhaldsfongslaðir í tvær vikur
Løgreglan hevur síðani mánadagin eftirlýst bilføraran, men hesin hevur ikki vent sær til løgregluna enn.
Tveir av manningini, teir eru báðir grønlendingar, vórðu handtiknir um middagsleitið mikudagin umborð á trolaranum, Polar Nanoq. Teir hava báðir verið í grúndlógaravhoyri í dag og eru varðhaldsfongslaðir í 14 dagar.
Ein Guðberg Jónsson, ákæri, sigur, at løgreglan hevur rímiliga orsøk til at halda, at menninir báðir hava samband við, at eingin hevur frætt frá Birnu Brjánsdóttir síðani leygarin.
SÍ EISINI Avhoyringar lidnar
Ákæruvaldið kravdi teir báðar menninar varðhaldsfongslaðar í fýra vikur, men rætturin dømdi teir 14 dagar í varðhald.
Ákærin sigur við RÚV, at avgerðina verður hjá rættinum til hægstarætt, tí tey hava brúk fyri meiri tíð til kanningararbeiðið.
Ein triðji maður varð handtikin í gjárkvøldið. Hann hevur enn ikki verið til grundlógaravhoyring, skrivar RUV.



























