Gorbatjov hartar

Gorbatjov hartar
Vil hava heimsins leiðarar - fyrst og fremst Vladimir Putin og Donald Trump, at gevast við vápnadubbingini.
 
28.01.2017 - 10:07

85 ára gamli Mikhail Gorbatjov heitir nú á heimsins leiðarar - fyrst og fremst Vladimir Putin og Donald Trump, um at gevast við vápna-dubbingini. 

-Tað sær út sum heimurin fyrireikar seg til kríggj, ljóðar skotsmálið frá fyrrverandi forsetanum í Sovjetsamveldinum í samrøðu við blaðið Time.

Gorbatjev vísir á, at alsamt fleiri stríðsdeildir verða sendar til Evropa, og tey vápn, sum Russland og Nato fyrr lótu standa langt frá hvørjum øðrum, nú standa væl tættari - nærum til hólmgongu.

Eftir hansara tykki eiga Trump og Putin at taka stig til eina ST-samtykt um at kjarnorkukríggj kann ikki góðtakast. Tí hóttanin um kjarnorkukrígg ER til staðar.

-Í dag tykst kjarnorkuhóttanin at vera verulig. Sambandið millum stórveldini er versnað gjøgnum fleiri ár. Og tað kemur væl við hjá teimum, sum eru fyri eini hernaðarligari dubbing. Tey gníggja seg í lógvarnar, sigur Gorbatjov í samrøðuni við Time.

Fyrrverandi forsetin í Sovjetsamveldinum mælir tí staðiliga til at fáa politiska dialogin aftur á dagsskránna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155