Steinmeier nýggjur forseti í Týsklandi

Steinmeier nýggjur forseti í Týsklandi
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, verður nú ríkisovasti
 
12.02.2017 - 15:16

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Frank-Walter Steinmeier, er valdur til nýggjan forseta í Týsklandi.

Tá atkvøtt varð í samveldistinginum í dag, fekk Steinmeier 931 atkvøður.

Bæði sosialdemokratarnir og tey konservativu styðjaðu hann til forsetavalið, teirra millum eisini Angela Merkel, samveldiskanslari.

Uttanríkisráðharri

Frank-Walter Steinmeier var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel frá 2005 til 2009 og aftur frá 2013 til fyrr í ár. Hann hevur eisini verið varakanslari og formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum í samveldistinginum.

Steinmeier tekur við sum forseti eftir 77 ára gamla, Joachim Gauck, sum leggur frá sær fyri aldur.

Forsetaembætið í Týsklandi hevur nú mest umboðandi týdning. Samveldistingið velur ríkisovasta fimta hvørt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659