Trætan enn óloyst

Trætan enn óloyst
Tað eydnaðist heldur ikki at fáa semju í sáttmálatrætuni millum fiskimenn og reiðarar í Íslandi í gjár
 
15.02.2017 - 09:21

Verkfallið hevur nú verið í tveir mánaðir. Og stjórnin ætlar framvegis ikki at fáa altingið at steðga verkfallinum við lóg.

Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, fiskimálaráðharri, sigur við íslendska kringvarpið, at hon er sinnað at kanna, hvussu tað almenna kann hjálpa við at loysa trætuna.

Frádráttur ikki í gildi aftur

Ráðharrin hevur ikki sæð krøvini hjá pørtunum, so hon veit ikki, hvør ósemjan er. Hon er tó sinnað at kanna, hvussu stjórnin kann vera við til at hjálpa fiskivinnuni.

Tað kemur tó ikki upp á tal at seta skattafrádráttin hjá fiskimonnunum í gildi aftur, sigur Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir.   

Men politikararnir kunnu kanska hjálpa á annan hátt við almennum tiltøkum. Semingsstovnurin hevur ikki boðað fiskimonnum og reiðarum til nýggjan fund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744