Kanna um tjóvar hava brotið inn í fleiri hús

Kanna um tjóvar hava brotið inn í fleiri hús
Løgreglan kannar í løtuni um innbrotstjóvar, sum brutu inn í eini hús í Vesturbýnum gjáranáttina, eisini hava brotið inn í fleiri onnur heim
 
17.03.2017 - 11:49

Saknar tú nøkur vatngløs, snapsagløs og likørgløs og tvær fløskur av víni? So vil løgreglan fegin frætta frá tær.

Løgreglan hevur handtikið tveir ungan menn, millum 20 og 25 ár, í sambandi við eitt innbrot í eini privathús í Vesturbýnum í Havn gjáranáttina. 

Maðurin í húsinum vaknaði og sá tveir menn royna at slepppa sær til rýmingar. Men húsbóndin fekk fatur á øðrum manninum, og ringdi eftir løgregluni. Tá løgreglan kom á staðið, var hin maðurin vendur aftur at hjálpa. 

Kanna um fleiri innbrot hava verið

Løgreglan handtók báðar menninar og tók teir við á politistøðina til avhoyringar. Menninir høvdu eina tasku, og í henni vóru umframt persónligir ognarlutir eisini lutir, sum menninir ikki vilja kennast við. 

John Martin Olsen, vaktleiðari á politistøðini sigur, at orsøkin til, at tey vilja vita, hvør eigur gløsini og fløskurnar er, fyri at staðfesta, um menninir hava framt innbrot í meira enn eitt privathús. Kanska vita fólk ikki, at innbrot hevur verið.

Gløsini, sum løgreglan nú hevur í varðveitlsu, hava sermerktan gullkant. Heldur tú teg eiga hesi gløs, so er at boða løgregluni frá, telefonnummar 114. Løgreglan vil eisini hoyra frá teimum, ið halda seg hava sæð nakað, sum kann hava sambandi við hetta málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133